2026-06-28 09:23
Í gjár varð nýtt hitamet sett í Danmark á tveimum støðum.
Dagurin í gjár gjørdist tann heitasti í Danmark, síðan hitamátingarnar byrjaðu í 1874, skrivar Ritzau.
Bæði í Ødum norðanfyri Aarhus og Beldringe norðanfyri Odense vórðu skrásett 37 hitastig í gjár. Fyrr á degnum vórðu eisini 36,6 stig skrásett norðanfyri Odense.
Undan degnum í gjár var gamla metið 36,4 stig. Tað var í Holstebro í 1975.
Í dag, sunnudagin verður eisini heitt, men danir skulu tó ikki vænta fleiri hitamet, sigur DMI.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald