Uttanlands

Nýtt hitamet í Suðurkorea

Í dag vórðu 42,5 stig skrásett í býnum Yangsan, og myndugleikarnir hava sent út ávaringar í yvir 20 økjum í landinum

Seoul, Suðurkorea (Mynd: Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix)

Seoul, Suðurkorea (Mynd: Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-02 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Suðurkorea varð nýtt hitamet sett í dag, tá 42,5 hitastig vórðu skrásett í býnum Yangsan í landsynningspartinum av landinum.

Í Yangsan hava tey merkt nógv til hitabylgjuna, sum hevur herjað í Suðurkorea hesa vikuna. Í dag var fimti dagur á rað, at hitin í býnum fór uppum 40 hitastig.

Í Daegu, Busan og øðrum býum hevur hitin eisini verið í hægri endanum av 30unum.

Myndugleikarnir hava í fleiri enn 20 økjum sent út hitaávaringar. Neyðávaringar verða sendar út, tá hitin væntast at koma uppá 39 stig ella meira, og tá verður heitt á fólk um at halda seg innandura í økjum við luftskiftisskipanum.

Upplýsingar frá suðurkoreansku veðurstovuni vísa, sambært Ritzau, at árliga miðaltalið á døgum við hitabylgju er meira enn tvífaldað seinastu fimm árini. Nú er talið 19, meðan tað í 1970unum var átta dagar.

Ein hitabylgjudagur er ein dagur, har hitin kemur upp á í minsta lagi 33 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder