2020-02-08 11:28
Hósdagin máldi ein argentinsk granskingarstøð á Antarktis hitan í økinum. Mátingin vísti 18,3 stig.
Sambært World Meteorological Organization (WMO), er hetta tað hægsta, sum nakrantíð er mált har.
– Tað er ikki ein máting, mann vanliga hevði sett í sambandi við Antarktis. Heldur ikki á sumri, sigur talsfólk hjá WMO sambært Ritzau.
Gamla hitametið á Antarktis er frá 2015 – 17,5 stig.
Áður hevur mann skrásett 19,8 stig á einari oyggj í antarktiska økinum, men nýggja mátingin á 18,3 er met fyri sjálvt Antarktis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald