Hósdagin varð nýtt hitamet sett í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing. Tá vórðu skrásett 41,1 hitastig, ið er tað hægsta nakrantíð fyri Beijing í juni mánað.
Gamla metið fyri juni var 40,6 stig, og tað varð sett 10. juni 1961. Met fyri alt árið varð sett 24. juli 1999, tá hitin í Beijing, ið hevur uml. 22 milliónir íbúgvar í dag, kom upp á 41,9 stig.
Myndugleikarnir vænta, sambært Ritzau, at stórur partur av Norðurkina fer at uppliva nógvan hita komandi átta-tíggju dagarnar, og halda teir eitt vakið eyga við støðuni.
Í havnabýnum Tianjin, har yvir 13 milliónir fólk búgva, varð eisini nýtt hitamett sett hósdagin. Tá vórðu skrásett 41,2 stig, ið er tað hægsta, ið nakrantíð er skrásett í býnum.
Lokalir myndugleikar ávara um, at hitin komandi dagarnar kann hava ávirkan á heilsuna hjá summum íbúgvum, og verður mælt til at fólk drekka nógv vatn og eru úti so lítið sum møguligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald