Stórabretland er millum londini, sum í løtuni eru rakt av einari ógvusligari hitabylgju, sum hevur ferðast gjøgnum Evropa. Í farnu viku varð undantaksstøða lýst í landinum, tí hitin væntaðist at nærkast teimum 40 stigunum fyrst í hesari vikuni.
Og soleiðis bleiv, tí í dag er nýtt bretskt hitamet sett.
Í Charlwood í Surrey í Suðuronglandi varð hitin máldur til 39,1 stig, skrivar Reuters.
Gamla metið, ið varð sett í Cambridge í 2019 var 38,7 stig.
Bretska veðurstovan váttar á Twitter, at nýtt hitamet er sett í dag, og kann væntast, at veðrið gerst uppaftur heitari seinni í dag.
Bretskir myndugleikar ávara um, at hitin kann vera lívshættisligur, eisini fyri tey, ið eru væl fyri frammanundan, og verður heitt á fólk um at fáa nokk av vætu, ansa eftir teimum veiku, hava gardinurnar fyri, og ikki vera í sólini á middegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald