Innanlands

Nýtt hús skal savna eldri og yngri borgarar

Eiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja hús norðan fyri fótbóltsvøllin, ið skal virka sum eldratilhald, frítíðarskúli og ungdómshús

2024-10-31 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eiðis kommuna hevur ætlanir um at byggja eini hús norðan fyri fótbóltsvøllin, sum fer at avloysa Eiðisstovu, frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Harafturat verður bygningurin ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi – tó uttan at tað ávirkar skattaprosentið.

Tað skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu í dag. Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur.

Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan og er mett at kosta umleið 20 milliónir. Fíggingin er fingin til vega – uttan at tað ávirkar skattaprosentið ella barnafrádráttin.

Eldru borgararnir, sum í dag halda til í Eiðisstovu, fara at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum.

Frítíðarskúlin fær nýggj hølir við góðum umstøðum og verður framtíðartryggjaður til 60 børn.

Og ungdómurin fær eitt hús, sum bjóðar nýggjar møguleikar innan eitt nú tónleik, miðling, list, verkstað, hondarbeiði og annað.

Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, sjálvi eru við til at skapa og menna felagsskapin – og soleiðis styrkja sjálvsálitið og virkishugin, skrivar eidi.fo.

Meira um húsið kalla Húsið millum Vatna her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder