Uttanlands

Nýtt koronufrábrigdi funnið í Suðurafrika: Fleiri lond seta ferðaavmarkingar í verk

Fleiri evropeisk lond, m.a. Danmark og Stórabretland seta avmarkingar í verk fyri ferðandi úr Suðurafrika og fleiri øðrum afrikonskum londum, men hendan avgerðin er ógrundað, heldur suðurafrikanski heilsumálaráðharrin

Floghavnin í týska býnum Düsseldorf. Týskland er eitt av londunum, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk orsakað av nýggja frábrigdinum (Mynd: EPA)

Floghavnin í týska býnum Düsseldorf. Týskland er eitt av londunum, sum hava sett ferðaavmarkingar í verk orsakað av nýggja frábrigdinum (Mynd: EPA)

2021-11-26 18:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt nýtt koronufrábrigdi er funnið í Suðurafrika. Tað verður nevnt B.1.1.529, og enn hevur tað ikki fingið navn eftir grikska stavraðnum sum eitt nú Betafrábrigdið, sum varð funnið í Suðurafrika í fjør.

Sambært Tulio de Oliveira, smittufrøðingur í Suðurafrika, hevur nýggja frábrigdið eitt høgt tal av mutatiónum – higartil eru tíggju funnar – og kann hetta hava týdning fyri, hvussu virusið uppførir seg.

Síðan fyrst í hesum mánaðinum, er dagliga talið á nýggjum smittutilburðum nógv økt í Suðurafrika.

Fyrr í hesum mánaðinum var dagliga talið beint omanfyri 100, men hósdagin var hetta talið omanfyri 2.400.

Nýggja frábrigdið er eisini funnið í m.a. Botsvana og Hong Kong millum persónar, sum hava verið í Suðurafrika, og seinnapartin varð boðað frá, at Belgia hevði staðfest fyrsta tilburðin av nýggja frábrigdinum í Evropa.

Talan var um ein persón, sum kom til Belgia úr Egyptalandi 11. november, og sum síðani hevur fingið sjúkueðkenni.

Professari: Koppsetingin riggar helst eisini móti hesum

Enn veit mann ikki nógv um nýggja frábrigdið, men stúrt verður fyri, at koronukoppsetingarnar ikki verja eins nógv móti tí.

Troels Lillebæk, professari hjá Statens Serum Institut sigur tó, at hann hevði hildið tað verið sera skelkandi, um núverandi koppsetingin ikki riggar móti nýggja frábrigdinum eisini.

– Vit halda framvegis, a koppseting riggar, sigur hann.

– Tað hava vit sæð hvørja einastu ferð higartil, tá nýggj frábrigdi eru komin. Um talan er um eitt, sum smittar verri, og sum koppsetingin ikki riggar eins væl ímóti, er ógreitt nú, sigur hann sambært DR.

Lond seta ferðaavmarkingar í verk

Orsakað av nýggja frábrigdinum hava m.a. Italia, Kekkia Týskland og Stórabretland stongt fyri ferðslu úr Suðurafrika og fleiri øðrum londum í sunnara parti av Afrika. ES hevur heitt á lond um at seta avmarkingar í verk, og í Danmark verða ferðaavmarkingar eisini settar í verk á midnátt.

Hetta merkir, at ferðandi, sum seinastu tíggju dagarnar hava verið í Suðurafrika, Lesotho, Botsvana, Simbabvi, Mosambik, Namibia og Esvatini skulu lata seg kanna 24 tímar áðrenn innferð til Danmarkar. Eisini skulu tey í sóttarhald í tíggju dagar eftir komu, upplýsir danska heilusmálaráðið.

Umframt hetta verður bannað at flúgva til Danmarkar úr hesum londunum við ferðafólkum, sum ikki kunnu vísa á negativt kanningarúrslit. Tó eru í løtuni eingin beinleiðis flúgving millum Danmark og hesi sjey londini.

Sambært suðurafrikanska heilsumálaráðharranum, Joe Phaahla, geva fyribils kanningar eina ábending um, at nýggja frábrigdið smittar verri enn onnur, men hann heldur tað tó vera ógrundað, at evropeisk lond hava sett ferðaavmarkingar í verk, m.a. tí at Heimsheilsustovnurin, WHO enn ikki hevur mælt til hesar ferðaavmarkingarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder