Uttanlands

Nýtt kuldamet sett á "kinesiska norðpólinum"

Í gjár vóru 53 kuldastig skrásett í býnum Mohe, ið er norðasti býur í landinum

(Mynd: CNN)

(Mynd: CNN)

2023-01-24 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mohe, norðasti býur í Kina, hevur júst sett nýtt kuldamet.

Í gjár vórðu 53 kuldastig skrásett í býnum, ið er tað kaldasta, sum nakrantíð er mált í býnum, siga veðurfrøðingar sambært CNN.

Gamla metið, ið var frá 1969, var 52,3 kuldastig.

Mohe, sum eisini er kendur sum "kinesiski norðpólurin", er eitt av fáum støðum í landinum við subarktiskum veðurlagi. Veturin í økinum byrja fyrst í oktober og vara ofta fram til mai.

Í grannalandinum, Russlandi, er heimsins kaldasti býur, Yakutsk, og har eru fleiri kuldamet sett í januar. Í farnu viku fór hitin niður á 62,7 kuldastig, sum er tað kaldasta í yvir 20 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder