Mentan

Nýtt lag frá Dan Olsen

Føroyski sangarin í London tekur nýggja tøkni í brúk fyri at breiða tónleik sín út í fjarstøðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-26 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski Dan Olsen, ið virkar sum singer-songwriter í London hevur givið út nýtt staklag.

Talan er um lagið “Standing Ovations”, sum snýr seg um at koma saman og fagna teimum, sum hava hjálpt og stuðlað okkum gjøgnum farðsóttina.

Í hesum sambandi er Dan gingin heilt nýggjar leðir, tá tað snýr seg um at fáa breitt tónleikin út til fólk.

- Við lítið og ongum live tónleiki seinastu mongu mánaðirnar, havi eg saman við Musion 3D presenterað eina loysn í formi av beinleiðis hologrammi. Tað ber til at stroyma hologrammið beinleiðis allastaðni í verðini og so nógva staðni, sum tú vilt, í senn.

- Eg hevði mína frumførslu sum hologram av m.a. nýggja staklagnum í einum konsertsali mitt í London, 8 Northumberland, samstundis sum mítt hologram varð víst í einum øðrum konsertsali í Swindon í eystara partinum av Onglandi.

- Sjálvur vóru eg og gitaristurin hjá mlær "kropsliga" til staðar í einum studio í eystara partinum av London. Klaverspælarin var veruliga til staðar mitt í London.

Meira sæst um tiltakið í filmskutinum herundir.

Herundir er ein filmur um serligu hologram-framførsluna hjá Dan Olsen:

Við hesi tøknini ber til at spæla leiv í einum heilt øðrum landi uttan at skula ferðast. Hetta hjálpir at steðga óneyðugari dálking. Og um hologrammið verður víst í einum landi har talið av Covid-19 smittaðum er lágt, so ber sjálvndi til at hava eina størri áhoyrarafjøld til staðar. Og hetta kann sum sagt verða stroymt í fleiri økjum í senn, greiðir Dan Olsen frá. 

Meira um verkætlanina sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder