Herborg Torkilsdóttir hevur givið út enn eitt staklag. Heitið á nýggja lagnum er "Innast inni". Sangurin snýr seg um sløktan kærleika og vónina um, at hesin kann byrtast aftur.
Herborg Torkilsdóttir hevur skriva orð og lag og Danny Beck úr Manchester, sum eisini framleiddi hittið "Náttin var okay", hevur framleitt. Rakul Petersen syngur kór og Bartal Augustinussen hevur upptikið røddirnar.
Sangurin hevur verið spældur live til fleiri konsertir og upptraðkanir tey seinastu tvey árini, seinast á Café Fríðu ì Klaksvík um vikuskifti, til eina útselda konsert við Herborg Torkilsdóttir og Tinganest.
Konsertin í Klaksvík var byrjunarskotið til eina forkunnuga konsertrøð viđ Herborg Torkilsdóttir við bólki og Tinganest. Næsta konsertin verđur í Salt á Tvøroyri 26 mars og 21. mai verða tey at hoyra í Reinsarínum í Havn.
Lagið "Innast inni' kann hoyrast á Spotify og YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald