Mentan

Nýtt lag frá Katrini á Borg

”House by the Shore” er fyrsta lagið á komandi EP-útgávu

(Mynd: Sem Johnsson)

(Mynd: Sem Johnsson)

2020-09-11 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Katrin á Borg úr Hoyvík er nú klár við fyrsta lagnum av komandi útgávu síni. ”House by the Shore” eitur staklagið av komandi EP’ini, ið fær heitið ”Uncover the Truth”, og sum Tutl gevur út í komandi mánaði.

Katrin á Borg syngur og hevur sjálv gjørt bæði orð og lag.

Upptøkan er farin fram í Noregi saman við norskum framleiðara og tónleikarum. Katrin á Borg hevur búð í Noregi í fleiri ár har hon hevur nomið sær kunnleika innan tónleik.

Tónleikararnir eru: Espen Tappel (gittar, synth, slagverk), Ruben Dalen (trummur), Torjus Vierli (Rhodes), Ruben Fredheim Oma (bass) og Jens Andreas Kleiven (kór).

Illustratiónir við Duritu Hansen hevur gjørt plátuhúsan.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder