Í dag kemur nýgg tónleikaútgáva út, lagið kallast ”At laða garð”. Tað er Jaspur Petersen í skrivað hevur orð og lag. Jaspur syngur sjálvur og spælir harmoniku, Niels Midjord syngur og spælir tvíarmaðan svenskan lutt.
Jaspur hevur einki útgivið av tónleiki, síðan hann var í Harkaliðinum fyrst í sjeytiárunum, og sang millum annað um ”Tulipanærina”.
Niels kenna vit frá eini rúgvu av útgávum, her spælir hann tvíarmaðan svenskan lutt, ið helst er fyrstu ferð at hetta ljóðføri er upptikið í Føroyum, so her skrivaði Niels aftur søgu. Tíverri náddi Niels ikki at uppliva hesa útgávu – hann fór um sýnina áðrenn.
Holgar Jacobsen hevur staðið fyri upptøkuni, og hevur ljóðblandað og Dánjal Tavsen hevur mastrað. Lagið verður tøkt á Spotify um stutta tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald