Mentan

Nýtt leikár við nýskrivaðum leikum á Tjóðpallinum

Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen. Skúlaleikur um virus verður eisini skjótt at síggja - Lítli og stóri Klávus og lesiringurin halda fram  

2021-08-25 09:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen

Jóanes Nielsen málar nýggjan leik

"Portrettið" er ein fiktiv søga, men kortini við persónum sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um «Portrettið» eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november.

[object Object]

Eitt smittandi ævintýr

Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar"
 
Endamálið við leikinum er, at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.
 
"Virus" er ætlaður næmingum í 1. til 7. flokki og verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari, og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen.

[object Object]

Lítli og stóri Klávus skemta víðari - Lesing á Tjóðpallinum

Væl umtókti og sera skemtiligi familjuleikurin Lítli og stóri Klávus - ið hevur verið spældur sum útileikur í Sjónleikarhúsinum, á ólavsøku og aðrastaðni - kemur nú inn á Tjóðpallin í heyst.

Nýggi lesiringurin "Frá teksti til pall" heldur fram á Tjóðpallinum í heyst. Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin til prát og kjak um leikrit og leiklist. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum, vitja eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall. Vertir eru Birna Heinesen og Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgar knýttar at Tjóðpallinum.

Og nú vit tosa um lesing, verður Søgukrókurin eisini aftur á Tjóðpallinum, har sjónleikarar lesa spennandi søgur fyri børnum. Tiltakið verður í sambandi við Mentanarnáttina 10. september í samstarvi við Føroyar Lesa átakið hjá Námi.

Tjóðpallur Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder