Innanlands

Nýtt mattorg á kaiini í Havn

Nú eru trý matstøð á økinum við Havnarveg, har tað einaferð var kaffivognur

2021-07-26 17:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag lótu tvey nýggj matstøð upp á Havnarvegi 15 í Havn, á staðnum, har kaffivognurin einaferð stóð og har Angus eisini er nú.

Tey nýggju støðini eru Mungo, sum er eitt útvið stað og so Pylsuvognurin, sum vit kenna hann, tó í nýggjum hami. Sostatt eru trý matstøð savnað á einum stað á havnarlagnum í Havn.

- Vit eru sera fegin um, at kunna bjóða okkara viðskiftafólki eitt fjølbroytt matstað, har tú kanst fara á eitt stað og fáa júst tað tær lystir, sigur leiðarin fyri matstøðini, Sally Rasmussen.

Í Angus ber til at sita niðri og eta av eini steakhouse matskrá, í Mungo kanst tú bíleggja á netinum og heinta matin og í Pylsuvogninum, kanst tú ganga beint inn bíleggja tær mat og standa inni og eta.

- Vit hava bygt út, so ein bygningur kundi hýsa øll støðini. Tó er maturin tann sami í Angus og Pylsuvogninum, sum fólk kenna tað.”, greiðir Sally frá.

Mungo nýtt matstað
Mungo er eitt nýtt matstað, har ein bert kann bíleggja út við á netinum.

- Við Mungo er tankin, at tú kanst bíleggja alt frá pitsa og burgara, til høsnarungaveingir og Angus steak skjótt og lætt. Tað er einans gjørligt at bíleggja á netinum, og so fært tú eini smsboð, tá maturin er klárur at heinta, sigur Sally Rasmussen.

Mungo hevur lagt seg eftir at vera so umhvørvisvinaligt sum gjørligt, leggur Sally afturat.

- Tí nýta vit umhvørvisvinaligt pakkitilfar, og vit selja bert sodavatn í fløsku, fyri at sleppa undan einnýtiskoppum og súgvirørum.

Matarstøðini lata upp beint áðrenn ólavsøku, sum ivaleyst kemur væl við, tá fólk fara at hyggja eftir kappróðri.

Angus verður opið frá kl. 11.30 til 22 á ólavøsku, tó ber ikki til at bíleggja borð og matstovan hevur serstaka ólavsøkumatskrá hesar dagarnar.

Á mungo verður møguligt at bíleggja sum vanligt, og afturat tí verða tvey sløg av pitsu, sum fólk kunnu keypa á staðnum. Pylsuvognurin verður opin sum vanligt við síni vanligu matskrá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder