Fyrradagin, 24. desember, varð nýtt met sligið á stroymingtænastuni Spotify.
Tað var sangurin "All I Want for Christmas is You", sum Mariah Carey gav út í 1994, sum jólaaftansdag setti nýtt met, tá hann gjørdist tann sangurin, ið varð spældur oftast uppá ein dag. Tann dagin varð hann spældur 10.819.008 ferðir.
Gamla metið hevði sangurin "Sad" hjá rapparanum XXXTenacian, 19. juni í ár, tann dagin hann varð skotin og dripin. Tá varð sangurin spældur 10,4 milliónir ferðir.
Á øðrum plássi yvir sangir, ið vórðu spældir flest ferðir jólaaftan í øllum heiminum var sangurin "Last Christmas", sum Wham! gav út í 1984. Tann sangurin varð spældur 9,1 milliónir ferðir.
Les eisini: Last Christmas: Jólasangurin, sum øll elska - ella elska at hata
Sambært DR var "Last Christmas" eisini tann sangurin, sum varð spældur flest ferðir í Danmark jólaaftan. Tá lurtaðu danir eftir sanginum 212.039 ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald