Ein bylgja av nýggjum koronatilburðum skolar nú yvir Týskland. Seinasta samdøgrið eru 50.196 nýggir smittutilburðir skrásettir, skrivar AFP-tíðindastovan.
Tað er met fyri eitt einstakt samdøgur undir farsóttini í Týsklandi, og 10.000 fleiri enn samdøgrið frammanundan, upplýsa týsku heilsumyndugleikarnir.
Tað er ikki bert talið av smittaðum, ið veksur. Sama er galdandi fyri talið av deyðum og fólkum, ið eru løgd inn á sjúkrahús við covid-19.
Mánadagin setti høvuðsstaðurin Berlin strangari tiltøk í verk. Har er ikki longur møguleiki hjá ókoppsettum at fáa atgongd til matstovur, skeinkistøð, venjingarstøðir og hárfríðkanarstovur.
Bert 67 prosent av fólkinum í Týsklandi eru liðugt koppsett, skrivar dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald