Uttanlands

Nýtt met í India: 10 milliónir koppsetingar fríggjadagin

Málið hjá indiska stýrinum er at 1,1 av teimum 1,3 milliardunum, sum búgva í India, eru koppsett áðrenn nýggjárið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-28 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð hevur India koppsett yvir tíggju mió. fólk uppá ein dag, upplýsa myndugleikarnir í New Delhi.

Talan er um eitt met, sum varð sett fríggjadagin. Gamla metið var 9,2 mió. Hetta er eitt stórfingið bragd, sigur indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi.

Stýrið í India hevur annars verið fyri nógvum atfinningum fyri handfaringina av koronafarsóttini, eftir at ein hervilig smittubylgja í vár kravdi yvir 200.000 mannalív.

Í India búgva 1,3 mia. fólk, og málið hjá indiska stýrinum er at fáa koppsett 1,1 mia. áðrenn árið er ligið. Orskað av vantandi útgerð og umsitingarligum trupulleikum er tað higartil bert eydnast teimum at fáa 15 prosent av fólkinum liðugt koppsett, skrivar Ritzau.

Hóast serfrøðingar ávara um vandan fyri einari nýggjari smittubylgju, eru nærum øll smittufyribyrgjandi tiltøkini í landinum eisini sett úr gildi. Dagliga talið á smittaðum er í løtuni omanfyri 40.000, og talið, sum varð skrásett í dag – 46.000 – er tað hæsta í tveir mánaðir.

Í løtuni verða trý sløg av koppingarevni brúkt í India. Koppingarevnið hjá AstraZeneca, Covaxin, sum er framleitt av indiska framleiðaranum Bharat Biotech, og russiska koppingarenvið Sputnik V.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder