placeholder
Uttanlands

Nýtt met: Undir fimm tímar yvir Atlantshav

Nógvi vindurin um vikuskiftið var orsøk til at jumbojett hjá British Airways kundi seta nýtt met á túrinum millum New York og London

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-02-10 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvur vindur herjaði um vikuskiftið Norðurevropa og bretsky oyggjarnar. Men vindurin gjørdi eisini, at eitt Boeing 747 jumbojett flogfar kundi seta nýtt met fyri skjótasta flogtúr millum New York og London.

Túrurin hjá jumbojettaranum hjá British Airways tók bert fýra tímar og 56 minuttir. Sostatt lendi hann í Heathrow floghavnini tveir tímar fyrr enn ætlað.

Tað skrivar CNN og flightradar24.com.

- Vit velja altíð trygduna fram um ferðamet. Men teir dugnaligu flogskipararnir hjá okkum fingu tað besta burtur úr støðuni, so kundar okkara kundu koma til London áðrenn tíðarætlan, segði eitt talsfólk fyri British Airways við CNN eftir skjóta flogtúrin.

[object Object](Mynd: flightradar24.com)

Gamla metið var fimm tímar og 13 minutter, sum eitt flogfar hjá Norwegian átti.

Orsøkin til at stóra ferðafólkaflogfarið kundi ferðast so skjótt yvir Atlantshav er sokallaði jett-streymurin.

Tað er harður vindur, ið blæsir í somu hædd, sum ferðafólkaflogførini flúgva. Og tað var hesin sami jettstreymurin, sum elvdi til stormin Ciara um vikuskiftið.

Sambært veðurfrøðinginum hjá CNN var jettstreymurin munandi harðari enn vanligt. Og við hesum vindinum í bakið, kundi Boeint 474-flogfarið fáa eina mestu ferð á 1.327 kilometrar um tíman.

Tað er á pappírinum skjótari enn ferðin hjá ljóðinum. Men í veruleikanum, breyt jumbojettarin ikki ljóðmúrin, tí flogfarið varð skumpað fram av sterka jettstreyminum.

Tí fleyg tað framvegis spakuligeri enn ljóðið, sæð í mun til luftina rundanum, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder