5. april í ár hevði Býarbókasavnið í Havn 50 ára stovningardag, og í hesum sambandi, er Býarbókasavnið 50 ár – Brot úr søguni, eitt minnisrit um Býarbókasavnið, komið út. Hesum boðar Býarbókasavnið frá í tíðindaskrivi.
Bókin vendir sær bæði til teirra, sum minnast Býarbókasavnið, sum tað var og til onnur, sum bert kenna samtíðarsøguna hjá bókasavninum. Bókin vendir sær til allar havnarborgarar, starvsfólk, politikarar og embætisfólk og til øll onnur áhugað, sum vilja kenna søguna hjá Føroya størsta fólkabókasavni hesi 50 árini, bókasavnið hevur virkað og ment seg.
Tað er Anna. M. Brimnes, fyrrverandi býarbókavørður, sum hevur skrivað bókina, og ritsjórnað hava Johanna Cathrina Mørkøre og Randi Nolsøe.
Bókin er at fáa í bókahandlum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald