Innanlands

Nýtt navn til barna- og ungdómstilboð í Vága kommunu

Vága kommuna hevur skrivað út navnakapping, har øll ung í kommununi millum níggju og 17 ár kunnu luttaka – Virkishúsið í Sandavági letur upp 5. mars

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-02-20 18:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 5. mars klokkan 14 letur nýggja barna- og ungdómstilboðið upp í nýggjum hølum í Sandavági.

Virkishúsið verður opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til og við 17 ár. Men ungdómshúsið hevur enn einki navn.

Í sambandi við, at Vága kommuna letur upp eitt virkishús fyri børn og ung, verður tí navnakapping, har øll tey ungu í kommununi millum níggju og 17 ár kunnu taka lut.

Vinnarin av kappingini fær 1.000 krónur. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til barna- og ungdómstilboðið. Lyklaorð fyri nýggja barna og ungdómstilboðið verða at tað er livandi, skapandi og fjølbroytt.

Navnauppskot skal, saman við frágreiðing um, hví ein heldur navnið vera hóskiligt, latast Vága kommunu í seinasta lagið fríggjadagin 25. februar klokkan 12. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder