Norse Atlantic Airways eitur eitt nýstovnað norskt flogfelag, sum væntandi byrjar sína flúgving seinni í ár.
Bjørn Tore Larsen frá felagnum OSM Aviation hevur tikið stig til felagið, og hann hevur nú fingið ríkmannin, Bjørn Kjos, sum stovnaði Norwegian í 1993, við í ætlanina. Norse Atlantic Airways fer at leggja seg eftir at bjóða bíligar ferðir tvørtur um Atlantshav.
Ætlanirnar við Norse Atlantic Airways eru stórar. Felagið skal flúgva við stórum flogførum, Boeing 787 Dreamliner, úr evropeiskum floghavnum, eitt nú London, Paris og Oslo til stórbýir handan hav, so sum New York, Los Angeles, Miami, skrivar norski miðilin Dagens Næringsliv.
Ætlanin er at byrja hesa flúgving í desember í ár. Fyrstu 12 flogførini eru longu bíløgd. Felagið skal yvirtaka flogførini frá Norwegian, sum er í fíggjarligum trupulleikum orsaka av koronastøðuni. Norwegian er eisini støðgað við sínum virksemi tvørtur um Atlantshav orsaka av serligum kappingarreglum í Írlandi, har felagið er skrásett.
Stjóri í felagnum verður Bjørn Tore Larsen, sum eisini hevur eina fortíð í Norwegian umframt OSM Aviation. Felagið fær heimstað í norska høvuðsstaðnum.
Dagens Næringsliv skrivar, at Bjørn Kjos hevur sett 24 milliónir norskar krónur í Norse Atlantic Airways, og væntar at kunna heinta eina milliardaupphædd afturat í felagið, tá tað fer á Oslo Børs.
Bjørn Kjos fór á sumri 2019 frá sum stjóri í Norwegian eftir 17 ár í starvinum. Hann er framvegis størsti eigarin í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald