Mentan

Nýtt popplag frá Kristinu Bærendsen

”Fooled by you” eitur nýggjasta útspælið frá føroysku sangarinnuni í Íslandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-10-04 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kristina Skoubo Bærendsen, sangarin, sum vit kendu sum úrmælingur innan countrytónleik, markerar seg enn einaferð sum popp-sangarinna.

Hon hevur júst lagt eitt nýtt lag, ”Fooled by You” út á eitt nú Spotify og YouTube. Lagið eigur Sveinn Rúnar Sigurðsson og orðini eigur Valgeir Magnússon saman við Kristinu.

Kristina Bærendsen býr og virkar nú í Íslandi, og tey seinastu løgini, vit hava hoyrt frá henni hava borið nógv meira dám av popp-tónleiki, enn vit plagdu at kenna hana fyri. Meðan hon var virkin var talan so at siga einans um country- og gospelsangir, sum hon fekst við.

Lagasmiðurin til nýggja lagið er sami maður, sum gjørdi lagi ”Papa”, sum Kristina gav út fyri nøkrum mánaðum síðani.

Til lagið er eisini ein litføgur video, har Kristina rættiliga førir seg fram sum diva í alskyns ymsum búnum og kjólum og ymsum litum á bæði varrum og hári. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder