Innanlands

Nýtt reinsiverk til Brekkugerðar Vatnfelag

Reinsiverkið verður sett upp við brunnin hjá felagnum í november, um alt gongst sum ætlað, sigur Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-09-30 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai mánað varð Brekkugerðar Vatnfelag endaliga yvirtikið og við tí fór eisini seinasta privata vatnfelagið í Vágs kommunu í søguna.

Einki reinsiverk varð knýtt at Brekkugerðar Vatnfelag, og av somu orsøk verða brúkarar, sum fáa drekkivatn frá gamla Brekkugerðar Vatnfelag bidnir um at kóka vatnið, skrivar Vágs kommuna.

Síðan í mai hevur verið arbeitt við loysn og nú er nýtt reinsiverk bílagt, ið verður sett upp við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag. Í farnu viku vóru starvsfólk á teknisku deild hjá kommunu og fingu kunning um reinsiverkið, sum er bílagt í Danmark.

Nú verður farið undir at gera økið við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag klárt til at seta upp reinsiverk. Gongst sum ætlað verður reinsiverkið sett upp í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder