Nýtt rúsfrítt til ungdómin

Móttøka verður fríggjadagin í nýggjum ungdómshølum hjá Bláa Krossi Føroya

Í kjallaranum her hevur fyrr verið tilboð, sum rætta seg móti ungdóminum

Í kjallaranum her hevur fyrr verið tilboð, sum rætta seg móti ungdóminum

2022-09-15 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin seinnapartin skipar Blái Krossur Føroyar fyri móttøku í nýggjum hølum í Havn, ætlað til ungdómin.

Talan er um ein mestsum gloymdan ella loyniligan kjallara undir Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu 20.

- Blái Krossur keypti bygningin í 2018, og tankin hevur allatíð verið, at hava okkurt fyri ung í hesum bygningum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Nýggju hølini, ið eru mitt í býnum, skapa fantastiskar møguleikar fyri Liv Lívið. Liv Lívið er ein ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka og/ella rúsevnum, og at ung útseta fyrsta drykkin so leingi sum møguligt.

Liv Lívið hevur síðani 2016 verið til staðar á festivalum og øðrum tiltøkum, har felagsskapurin hevur havt eitt rúsfrítt øki at bjóða ungum.

Á móttøkuni, sum verður fríggjadagin klokkan 14 til 16 fara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Dakko Petersen, aðalskrivari at halda røður.

Myndirnar eru frá tiltøkum, sum Liv Lívið hevur skipað fyri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder