Mentan

Nýtt samstarv millum musikkskúla og fólkaskúla

Ljóð í Leiki: Nýggju næmingarnir í Skúlanum við Løgmannabreyt fáa serligt tónleikatilboð

2019-05-13 08:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi skúlaár byrjar nýtt samstarv millum Tórshavnar musikkskúla, Tórshavnar Kommunu og Skúlan við Løgmannabreyt, sum hevur fingið heitið Ljóð í Leiki. 

Ljóð í Leiki er eitt undirvísingarligt tónleikasamstarv millum Tórshavnar musikkskúla, Tórshavnar Kommunu og Skúlan við Løgmannabreyt. Tórshavnar Musikkskúli skipar ljóðførisfrálæruna fyri næmingar, ið byrja í 1. flokki. Tilboðið er skipað sum ein royndarverkætlan fyri skúlaárið 2019/20, men miðað verður eftir, at tað verður afturvendandi á hvørjum ári og sum frá líður í 1, 2 og 3. flokki. 

Endamálið við verkætlanini er at bjóða børnum í Tórshvnar Kommunu og teimum, sum fara í skúla við Løgmannabreyt, eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking er sameind við vanligu frállæruna í fólkaskúlanum og á tann hátt dagligur partur av skúladegnum fyrstu skúlaárini. 

Gransking vísir, at í skúlum, har stóruru dentur verður lagdur á at undirvísa í tónleiki, læra børnini skjótari og betur enn vanligt. Tey menna rørsluligu evnini, læra at hugsavna seg og stimbra á tann hátt evnini at læra. Hetta verður m.a gjørt við ljóðførislæru, hoyilæru og sangi.

Harafturat menna tey í samspælinum við onnur evnini at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í felag og at spæla saman. 

Tað verða lærarar í Tórshavnar Musikkskúla, ið fara at undirvísa næmingunum. 

Undirvísingarskipan
Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir skúlaárinum. Tað merkir, at tónleikur er dagligur partur av skúladegnum. Leisturin er skipaður soleiðis, at tríggjar dagar um vikuna fer næmingurin eina løtu brutur frá vanliga flokstímanum til tónleikaundirvísing. 

Hvørja viku er talan um tónleikaundirvísingina: 
Einstaklingsundirvísing
Bólkasamanspæl
Hoyrilæra og ástøði
Orkestursamanspæl

Tá ið næmingarnir fara í 4. flokk, stendur tað teimum í boði at halda fram í Tórshavnar Musikkskúla til vanliga undirvísing við sama ljóðføri. 

Nevnast kann, at Tórhsvnar Musikkskúli longu hevur líknandi samstarv við Skúlan á Fløtum, sum kallast Ljóð í Leiki. Har er tó talan um strúkaraljóðføri umframat at frálæran fylgir Colorstrings frálæruháttinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder