
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði mikumorgunin 19. oktober. Síðani er tað víðkað nakrar ferðir, og einki samaband hevur verið millum partarnar.
Nú nærkast ein semingsroynd - Semingsstovnurin hevur í morgun verið á fundi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Undantøkini eiga at fara úr gildi klokkan 15 í dag, men verða helst longd, tí eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar í kvøld.
Hetta váttar Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum. Hann sigur, at partarnar í seinasta lagi fyrrapartin í morgin skulu taka støðu til uppskoti, ið hann vónar at báðir partar kunnu liva við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald