2021-11-24 17:01
Rokkbólkurin Adrenaline hevur í dag lagt eitt nýtt sjónbandalag út á YouTube. "Bjarta" eitur nýggi sangurin.
Adrenaline eru ógvuliga sparnir við at geva upplýsingar um bólkin, men á YouTube-vanganum sæst, at teir fýra ungu menninir í bólkinum eita Jónas Jacobsen, Tórður Sóleyarson, Niclas Elttør Høgnesen og Høgni Sørensen.
"Bjarta" er fjórði sangurin frá Adrenaline, ið kann upplivast á YouTube. Hinir sangirnir eru “Eg vil koyra skjótari”, Stand up and Fight” og “My Valentine”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald