Mentan

Nýtt sjónbandalag frá I Am

Upptøkurnar gjørdar í eini bingju

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-14 14:12 Author image
Innsent
placeholder

Rokkbólkurin I Am skuldi eftir ætlan spæla á Voxbotn í summar, men tað varð sum kunnugt av ongum.

Men í staðin varð tíðin brúkt til at gera eitt heldur øðrvísi videolag, sum lýsir støðuna, sum heimurin er í.

Og nú er videolagið liðugt og klárt at deila við øðrum. Upptøkurnar til lagið ’Wait’ eru gjørdar í eini bingju, har fjarstøða og sóttarhald verða lýst.

Sangarin Birgir Sigurðsson hevur gjørt tekstin, meðan Birgir saman við Eyðbjørn Jacobsen og Arna Zachariassen hava gjørt lagið.

Upptøkur og hugskot eigur Eyðbjørn Jacobsen/eydbii  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder