Í næstu viku verður Sandoyartunnilin alment opin fyri ferðslu, og verður hetta ein stórur og sermektur dagur - serliga fyri Sandoynna.
21. desember verður hátíðarhildin á ymsan hátt, og rundanum verður ymiskt eisini gjørt burturúr.
Heimasíðan nam.fo skrivar í dag, Snar hevur gjørt undirvísingartilfar til fólkaskúla og miðnám, í samband Sandoyartunnilin verður tikin í brúk.
- Tilfarið tekur støði í føroyakortinum og hugtøkum sum flytføri, lokaliseringsteori, tað rekretiva, ið fær nýggjar karmar, og skemt um seyðajólamenn, sum hoyra oynni til, og lýsingar um rottur, sum ikki skulu koma í oynna.
Líknandi átak var, tá Eysturoyratunnilin varð tikin í brúk. Harvið kunnu føroyskir skúlanæmingar fáa dagførda vitan um okkara samferðslukervi og týdningin av tí.
Undirvísingartilfarið um Sandoyartunnilin sæst her
Mynd: nam.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald