Innanlands

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið í bygdini byrjar 5. oktober og verður væntandi liðugt síðst í oktober.

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2026-10-03 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tjørnuvík fer skjótt at fáa eitt nýtt spælipláss.

Mánadagin 5. oktober byrjar arbeiðið at gera eitt nýtt spælipláss í bygdini, og væntandi fer alt at standa klárt longu síðst í oktober, skrivar Sunda kommuna.

Tað er fyritøkan Grønt&Grátt, sum stendur fyri arbeiðnum. Teir fara at tryggja, at spæliplássið verður bæði trygt, stuttligt og kemur at fella væl inn í sermerktu náttúruna í Tjørnuvík, skrivar kommunan.

Bæði bygdafólk og vitjandi kunnu tí gleða sig til eitt spildurnýtt øki til spæl og hugna um stutta tíð, men ímeðan arbeiðið fer fram, ber ikki til at spæla á núverandi spæliplássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder