Mentan

Nýtt spælistað í Havn

Bryggjaríið OY skipar fyri konsertum hvørt fríggjakvøld – Elinborg leggur fyri komandi fríggjakvøld

Elinborg verður fyrsta navnið á nýggja pallinum hjá OY komandi fríggjakvøld (Savnsmynd: Filippo de Dionigi / G! Festival)

Elinborg verður fyrsta navnið á nýggja pallinum hjá OY komandi fríggjakvøld (Savnsmynd: Filippo de Dionigi / G! Festival)

2024-08-09 17:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havnin hevur fingið eitt nýtt spælistað. Tað er bryggjaríið OY á Hálsi í Havn, sum í dag hevur kunngjørt eina umfatandi skrá fyri konsertirnar, sum verða hildnar í bryggjaríinum/barrini hetta til miðskeiðis í oktober.

Ætlanin er, at skipa fyri konsert hvørt fríggjakvøld klokkan 21 í vetrarhálvuni, og onkuntíð eisini onnur kvøld.

Ein pallur er gjørdur, sum verður settur móti einum teppi móti glasvegginum út móti vegnum, har inngongdin er. Hartil er nýtt ljóð- og ljósanlegg sett upp. Tað greiddi Mikael Blak frá í útvarpinum fyri løtu síðani. Mikael er samskipari av tónleikinum – bookari – í OY.

Fyrsta konsert verður komandi fríggjakvøld við Elinborg. Í fyrstuni verða fleiri av konsertunum ókeypis.

Hini nøvnini, sum fyribils eru komin á skránna hjá OY eru:

17. august: 200 + Joe & the Shitboys
23. august: Guðrið Hansdóttir
30. august: Son of Fortune
06. september: Uni Debess Trio
13. september: Marius DC
20. september: Konsørn
21. september: ABBA Tribute
27. september: Jazzygold
28. september: Okdoberfest
04. oktober: Døgg Nónsgjógv
05. oktober: Aggrasoppar + Viðarr
11. oktober: Sakaris
12. oktober: Exit Light
18. oktober: Marianna Winter
19. oktober: Hamradun 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder