2019-09-30 08:14
Í gjár kom fyrsta lagið av nýggjari EP hjá Dan Olsen út.
Lagið, sum eitur "Still be Gone" hevur hann skrivað saman við virðislønta Nashville-sangskrivaranum, Beth Nielsen Chapman og skotska Ricky Ross (Deacon Blue).
Lagið snýr seg um kenslurnar aftaná, at eitt parlag endar.
Dan Olsen er kunstnaranavnið hjá argjamanninum Dánjal Róa Olsen, sum er búsitandi í London.
Hoyr lagið niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald