So er Eivør aftur klár við nýggjum tilfari og útgávukonsert, har hon fer á pall í Norðlandahúsinum 30. og 31. august.
Seinastu trý árini hevur Eivør arbeitt við nýggjari plátu. Plátan ber heitið “ENN” og verður útgivin 14. juni. Men longu nú ber til at hoyra tað fyrsta staklagið saman við video, sum nú er at síggja á eitt nú YouTube.
Lagið ber heitið “Jarðartrá”, og er framleitt av Eivør og Tróndi Bogasyni og innspælt í Studio Bloch saman við bólkinum hjá Eivør, ið er mannaður av Mikael Blak, Per I. Højgaard Petersen og Mattias Kapnas. Theodor Kapnas hevur staðið fyri upptøkunum og hevur ljóðblandað. Íslendingurin Einar Egils, hevur framleitt videoð.
Marjun Syderbø Kjelnæs eigur orðini til ‘Jarðartrá’, ið hugleiða um jørðina. At mitt í okkara grammleika og oyðing hoyra vit røddina í henni. Og hon kallar á okkum “kom legg teg í mín bláa favn”.
Í sambandi við útgávuna av “ENN” er skipað fyri stórari konsertferð í heyst í Europa, Australia og USA, men allarfyrst sleppa vit her heima at uppliva tónleikin live, tá Eivør tann 30. og 31. august hevur tvær konsertir Norðurlandahúsinum.
Konsertirnar verða í høllini og verða skipaðar sum standikonsertir. Nøkur sitipláss eru tó í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og bíleggja sitipláss.
Atgongumerkir til konsertina kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum NLH.fo
Á konsertunum, ið verða við fullmannaðum Eivør bólki, fer Eivør at framføra tey átta løgini á nýggju útgávuni, ið øll eru á føroyskum, umframt onkur eldri kend løg.
Sjálv greiðir Eivør frá, at nýggja útgávan nokk er hennara mest fjølbroytta og eksperimenterandi útgáva higartil. Hon lýsir tónleikin sum eina symfoniska rúmdar opera blandað saman við einum myrkum, elektroniskum “beat” heimi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald