Dugnaligi bólkurin Funksjon hevur í dag givið út staklag. ”Saturday Morning” er triðja staklagið frá bólkinum. Frammanundan hava tey givið út løgini ”Another Girl” og ”Forget About It”.
Nýggja lagið er eitt sindur øðrvísi enn hini bæði løgini tey hava givið út.
Tónleikurin hjá Funksjon er samansettur av ymsum sjangrum, so sum pop, disko og samtíðar-funki, sum er eitt slag av awash við elektroniskum íblásti og akustiskum ljóði. Saman við bleyta vokalinum hjá Katrinu Olsen, rútmisku gittaranum og up-beat tempo'i eru løgini full av groovy melodium, harmonium og góðum stemningi, skrivar bólkurin sjálvur í fráboðan.
Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Sirkus í kvøld. Manningin í Funksjon er Katrina Olsen, sang og saxofon, Ari Johannesen og Oddur Joensen, gittar, Djóni Nolsøe Fischer, bass, Ari Sondum Rasmussen, saxofon, og Harald Fonsdal Johannesen, trummur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald