2019-10-05 13:14
Í gjár kom tónleikarin, Holgar Jacobsen aftur við nýggjum staklagi.
Nýggjasta lagið eitur "Glóðin", og ætlanin er at geva tvey løg afturat út í ár.
Nýggja lagið er partur av einari verkætlan hjá Holgar, har eini 10 løg verða savnaði á eini LP plátu.
Glóðin
Orð og lag: Holgar Jacobsen
Bass og kór: Jóan Jakku Guttesen
Tangentar: Dánjal Tavsen
Trummur: Høgni Klakkstein
Gittar og sang: Holgar Jacobsen
Miks og master: Dánjal Tavsen
Upptøkurnar eru gjørdar í Klaksvík og Sørvági, og tað er Holgar Jacobsen sjálvur, sum hevur lagt til rættis. Tutl gevur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald