Mentan

Nýtt staklag frá Son of Fortune

"Church on Wheels": Nýggi sangurin er um eina vilsta sál, sum leitar eftir onkrum at yvirgeva seg til - átrúnað, blús ella okkurt triðja

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-15 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Church on Wheels” er nýggjasta útspælið frá rokkaranum Son of Fortune. Ein støvut banjo byrjar lagið og setir stemningin. Eftir tað, koma trummurnar, bassurin, ljómborið og elektriski gittarin inn í røttum blús/rokk stíli, sum draga teg inn í serstaka Son of Fortune heimin.

Teksturin spretti úr eini Íslands ferð, ið Benjamin, maðurin handan Son of Fortune, var á. Ferðalagið fór á tiltikna “Golden Circle” túrin, har ein ferðaleiðari greiddi frá um ein prest, sum hevði bygt eina kirkju á hjólum. Presturin kundi tá víga fólk úti í stórfingnu náttúruni í Íslandi. Tá Benjamin kom á heitið “Church on Wheels”, rullaði teksturin úr honum, og ein íspunnin søga kom á blað. Ein søga um eina vilsta sál, sum leitar eftir onkrum at yvirgeva seg til. Átrúnað, blús ella okkurt triðja.

Lagið er upptikið í Studio Bloch av amerikumanninum Mike Fahey, sum m.a. hevur arbeitt við Chris Stapleton, The Raconteurs og The Wans. Ljóðbland og mastering er gjørt í Nashville Tennessee.

Tekstur og lag: Benjamin Petersen
Benjamin Petersen: Sang, gittar og banjo 
Mattias Kapnas: Klaver, rhodes og moog
Per I. H. Petersen: Trummur
Jóhannus á Rógvu: Bass
Naoh Denney: Ásláttur og kór
Jon Eldridge: Hammond orgul
Kristen Rogers: Kór

Framleitt hava Mike Fahey og Benjamin Petersen
Upptøka og ljóðbland: Mike Fahey
Mastering: Daniel Bacigalupi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder