Mentan

Nýtt staklag og flott video frá Bárði Johannesen

'Once in a Dream' lýsir sterkar kenslur og ótta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-04 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

’Once in a Dream’ eitur nýtt lag, sum Bárður Johannesen júst hevur givið út. Saman við lagnum hevur Bárður eisini latið framleitt eitt sjónbandalag, har Arnfríð Lützen er høvuðspersónur avmyndað ymsastaðni í vøkru føroysku náttúruni.

Lagið roynir at lýsa sterkar kenslur og ótta, sum eitthvørt menniskja einaferð má møta á lívsleiðini, skrivar Bárður Johannesen í fráboðan.

Bárður hevur sjálvur gjørt orð og lag umframt at hann syngur, spælir tangentljóðføri og akkustiskan gittara. Afturat sær hevur hann Kristoffer Mørkøre á bassi og slagverki og Heðin Ziska Davidsen á el-gittarum.

Upptøkan er gjørd Í Kristoff Studio og Hugstudio.

Bárður Johannesen og Arnfríð Lützen hava leikstjórnað sjónbandalagið við Rógva Rasmussen sum myndamanni.

Umframt at lagið kann njótast við myndum á YouTube, er tað eisini at finna á Spotify.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder