2022-02-26 18:33

1. mars byrjar Harley Joensen úr Fuglafirði í starvinum sum málsviðgeri á teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu.
Hann er útbygvin húsamiður, byggifrøðingur og kloakkmeistari, og hevur hann hollar starvs-, og leiðsluroyndir innan tekniska økið frá privatari ráðgevandi fyritøku innan somu økir, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Prosjektering, fakeftirlit og byggileiðslu hevur Harley eisini royndir við, umframt at hava viðkomandi skeiðir innan kloakkering, og royndir í at málsviðgera teknisk mál fyri aðra kommunu. Eisini hevur hann undirvíst á Glasi.
Harley er 47 ár og giftur við Haidi T. Joensen. Saman eiga tey fimm børn í aldrinum frá níggju til 24 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald