2022-07-28 14:19
Mikukvøldið kom út nýtt lag frá Petur Háberg Jacobsen.
"Várið" er eitt spildurnýtt lætt summarlag, sum Petur sjálvur hevur gjørt orð og lag til.
Á lagnum syngur hann saman við døtrunum Barbaru E. Jacobsen og Beintu E. Jacobsen.
Føroyingurin Dávur Rasmussen, sum býr í Danmark, hevur framleitt og ljóðblandað lagið, ið kann finnast á Spotify, umframt at tað ber til at hoyra tað omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald