Uttanlands

Nýtt svínakrím uppstaðið í Kina

Nýggja virusið hevur eginleika fyri at gerast enn ein heimsfarsótt, siga granskarar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-30 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt nýtt slag av virus við møguleika til at gerast ein heimsfarsótt, er funnið í Kina.

Sambært kinesiskum granskarum frá bretska Nottingham University, er virusið funnið í svínum, og kann og hevur longu spjatt seg til fólk. Tað skrivar BBC.

Granskarar óttast, at virusið kann mutera, so at tað lættari spjaðist millum fólk.

Virusið sigst hava øll tekin um eitt virus, ið kann spjaða seg millum menniskju, og tá tað er nýtt, so verður ikki roknað við, at fólk eru mótstøðufør móti tí.

Undan koronavirusinum, sum herjar nú, var svínakrímið tað seinasta virusið, ið gjørdist ein farstótt. Tað byrjaði í Meksiko í 2009, men gjørdist ikki so vandamikið, sum upprunaliga óttast, tí fleiri eldri fólk vóru mótstøðufør, skrivar Ritzau.

Nýggja virusið, sum kallast G4 EA H1N1, líkist svínakríminum, sigur ein av kinesisku granskarunum, Kin-Chow Chang.

Hann sigur, at prógv er longu fingið fyri smittu millum fólk, ið starvast á einum sláturvirki í Kina.

- Júst nú eru vit órógvað av korona. Men vit mugu ikki støðga við at kanna nýggj virus, ið kunnu gerast vandamikil, sigur hann.

Sambært Kin-Chow Chang er virusið ikki ein trupulleiki enn, men síggjast má ikki burtur frá tí.

Sama sigur Søren Riis Paludan, professari á Aarhus Universitet við danska TV2.

- Vit skulu ikki loypa ræðslu á fólk. Men vit skulu minnast á, at hóast vit kanska hava tamarhald á korona, so kann okkurt líknandi skjótt uppstanda, sigur Søren Riis Paludan.

Koronavirusið byrjaði í býnum Wuhan í Kina fram móti ársenda í fjør. Síðan eru yvir 500.000 fólk deyð við virusinum. Enn er eingin heilivágur funnin móti korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder