Innanlands

Nýtt talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina

Tað vísur, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum høvuðsstaðin, og hvørjar ætlanir eru fyri útbygging næstu 14 árini. Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í skipanina

Stjórin vísir millum annað á, at ætlanir eru um at nýta avlopsorku frá vindmyllum í fjarhitaskipanini, sum skal brúkast til bæði at hita heitvatnstangar og at reka sjóhitapumpur.

Stjórin vísir millum annað á, at ætlanir eru um at nýta avlopsorku frá vindmyllum í fjarhitaskipanini, sum skal brúkast til bæði at hita heitvatnstangar og at reka sjóhitapumpur.

2021-12-23 22:15 Author image
Tíðindaskriv

 - Talan er um eitt slag av talgildum yvirlitskorti fram til 2035, sum eisini vísir, hvørjar ætlanir eru um útbyggingar og um fleiri grønar orkukeldur inn í fjarhitaskipanina næstu árini, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum

Eitt nýtt talgilt yvirlit á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum Havnina, og hvørjar ætlanir eru settar út í kortið fyri útbyggingar næstu árini – til 2035.

Stjórin vísir millum annað á, at ætlanir eru um at nýta avlopsorku frá vindmyllum í fjarhitaskipanini, sum skal brúkast til bæði at hita heitvatnstangar og at reka sjóhitapumpur. Næstu árini skulu fyribils oljuketlar í skipanini eisini takast niður, so hvørt fjarhitaleiðingin verður ein alsamt meiri samanhangandi skipan við grønum orkukeldum.

- Fjarhitaskipanin er ein grønur orkuberi, og tað er í grundini bara ein spurningur um hugflogið, hvussu nógva grøna orku vit megna at fylla á skipanina. Hitin, sum vit fáa frá biogassverkinum á Skarðshjalla, er feskasta dømið um tað, sigur Hans Christian Dam.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina. Talgilda yvirlitið yvir fjarhitaskipanina sæst her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald