Tey, sum vita aftur í 70’ini og 80’ini, minnast fleiri kend tónleikanøvn, ið settu Klaksvík á tað rútmiska føroyakortið, og hóast Klaksvík og Norðoyggjar framvegis eiga fleiri sterk og spennandi tónleikanøvn, so eru neyvan fleiri meiningar um, at tað er longri millum hesi, enn tað onkuntíð fyrr hevur verið.
Men nú hava Klaksvíkar kommuna og konservatoriiútbúni tónleikarin Hans Edward Andreasen sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at menna hendan partin av tónleikinum í Klaksvík.
Royndarverkætlanin, sum hevur fingið navnið ”Listarok”, hevur til endamáls at geva ungum møguleika at royna ymisk ljóðføri, sum vónandi kann føra við sær, at nakrir nýggir, fjølbroyttar og spennandi tónleikabólkar fara at síggja dagsins ljós.
Skapa karmar fyri menning
Í farnu viku hittu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung, nøkur ung stjørnuskot, sum eru ógvuliga fegin um hetta tilboðið. Tey hava vant dúgliga, og hava longu ment seg nógv.
Jógvan Skorheim sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tilboð til okkara ungdóm støðugt verða ment.
- Eg haldi, at Listarok hóskar sera væl til okkara bý, tí í nógv ár hava vit havt tónleikabólkar, sum veruliga hava gjørt vart við seg og hava ríkað føroyskan tónleik.
- Í Klaksvíkar kommunu ynskja vit at skapa karmar fyri menning og framburði á øllum økjum, eisini á tónleikaøkinum, og her bæði vóna og vænta vit, at ListaRok fer at slóða fyri og seta hægri ferð á menningina av tí rútmiska tónleikinum her í býnum og lokalsamfelagnum annars.
Hesum tekur Beinta Klakstein undir við og leggur afturat, at staðsetingin í Dávavirkinum er sjálvsøgd, tí her eru sera góðar tónleikavenjingarumstøður í hølum, sum eru innrættaði til endamálið.
- Eisini hevur henda staðseting tann fyrimun, at Húsið heldur til á sama staði, og tað kann vera við til at eggja ungum, sum hava dagliga gongd í Húsinum, til at royna hetta tilboðið, hóast tey ongar royndir hava frammanundan.
Oddamaðurin í The Dreams
Hans Edward Andreasen, sum fleiri kenna frá tónleikabólkinum The Dreams, fer at leggja teimum ungu lag á.
Við sínum drúgvu tónleikaroyndum og við at skriva løg, umframt kandidatsprógv í kompositión og sangskriving, hevur Hans Edward bestu fortreytir fyri at vegleiða og hjálpa ungum tónleikarum í gongd.
Hansara uppgáva verður frálæra í ymiskum ljóðførum, vegleiðing og samskipan. Harumframt fer hann at hjálpa bólkunum við samstarvi, sum er ein týðandi partur, tá ein tónleikabólkur skal skipast.
Longu nú eru fimm bólkar tilmeldaðir, og eru teir mannaðir av bæði gentum og dreingjum.
Hans Edward vónar, at nógv ung fara at taka væl ímóti hesum tilboði, tí framvegis er pláss fyri nógv fleiri.
Tilboðið er ætlað ungum í aldrinum 13-18 ár. Møguligt er at tilmelda seg sum einstaklingur ella sum bólkur, og neyðugt er ikki at eiga ella duga at spæla á nakað ljóðføri, áðrenn meldað verður til.
Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald