2022-01-08 11:42
Eitt nýtt træ, sum granskarar hava funnið í regnskógini Ebo Forest í miðafrikanska landinum Kamerun, er nú uppkallað eftir amerikanska sjónleikaranum Leonardo DiCaprio.
Almenna navnið hjá trænum er Uvariopsis dicaprio. Tað veksur bert í regnskógini í Kamerun, sum er kend fyri sítt lívfrøðiliga margfeldi.
Leonardo DiCaprio er eisini kendur sum umhvørvisstríðsmaður, og hevur hann m.a. strídst fyri at forða ætlanini um at fella trøini í regnskógini, og hava granskarar tí uppkallað nýggja træið eftir honum, skrivar BBC.
Leonardo DiCaprio (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald