Innanlands

Nýtt trivnaðarøkið í Hósvík

Enn vantar tað seinasta, og Sunda kommuna heitir tí á børn og foreldur um at vísa serligt varsemi á økinum fyrstu tíðina. Sí nakrar myndir

Á heysti í fjør var farið undir at gera trivnaðarøkið í Hósvík. Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis (Mynd: sunda.fo)

Á heysti í fjør var farið undir at gera trivnaðarøkið í Hósvík. Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis (Mynd: sunda.fo)

2025-02-19 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á heysti í fjør var farið undir at gera trivnaðarøkið í Hósvík. Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis, skrivar Sunda kommuna nú.

- Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðinum, og arbeiðið hevur gingið væl.

Enn vantar tó ymiskt. Talan er um sonevnda "fallundirlagið" undir karusselini og klatritorninum. Lendið skal eisini sáast í apríl.

Hesi viðurskifti gera, at sunda.fo nú biður fólk um at vísa varsemi hesa næstu tíðina. 

- Vit skilja væl, at tað er torført at bíða við at nýta økið til ta tíð. Tí verður heitt á børn og foreldur at vísa serligt varsemi, inntil hesi viðurskifti eru komin í rætt lag. Vit gleða okkum til í vár, tá ið økið fer at taka seg enn betur út.

[object Object][object Object][object Object][object Object]
Myndir: sunda.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder