Innanlands

Nýtt umhvørvisvinarligt graslíki í Sørvági og í Bø

Ætlanin er, at tað áðrenn summarfrítíðina fer at bera til at nýta nýggja graslíki á sparkivallunum og í Alvalon. Talan er um ikki um gummigranulat, men um børk, ið ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið

Sáttmáli er undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum veita eina meira umhvørvisvinarliga loysn enn gummigranulat

Sáttmáli er undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum veita eina meira umhvørvisvinarliga loysn enn gummigranulat

2022-05-05 19:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið at fara undir at skifta graslíkið á teimum báðum FIFA sparkivøllunum í Sørvági og úti í Bø. Asfaltsvøllurin í Alvalon fær eisini graslíki, eins og ein lítil vøllur verður gjørdur í Frítíðarskúlanum. Stórur dentur er lagdur á, at tað skal vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Sáttmáli er undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir, sum kunnu veita eina umhvørvisvinarliga loysn til nýtt graslíki á vøllirnar. Slagið av graslíki, sum verður lagt á vøllirnar, er Domo Varioslide S Pro.

Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er dálkandi, og er ein stór orsøk til mikroplast í náttúruni, og kann vera skaðiligt fyri fólk, djór og lívmargfeldið.

Ístaðin fyri gummigranulat, verður børkur lagdur á vøllin. Børkur er fúnaður viður úr eik og hann er úr 100 prosent lívrunnum tilfari, sum ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið.

Tað eru tvey sløg av grasstrái í graslíkinum, sum eru snúraði. Ein partur av stránum verður lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið kring vøllin ella fer út í náttúruna. Børkur frystur ikki eins og gummigranulat, og tí verður eisini lættari at spæla á vøllinum um frost er. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí gerst loysnin eisini bíligari í rakstri.
Vága kommuna hevur eisini valt hesa loysnina fyri Valloyruna í Sandavági, og teir tríggjar sparkivallirnar tey ráða yvir.

Arbeiðið at skifta graslíkið á teimum báðum FIFA vøllunum í kommununi byrjar í hesum mánaðinum, og væntandi verður arbeiðið liðugt, áðrenn summarfrítíðin byrjar. So tá summarið nærkast kunnu børn, ung og onnur fótbóltsáhugað fara út á nýggju sparkivøllirnar við góðum treysti

Sørvágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder