Ungdómurin í Sjóvar kommunu hevur í longri tíð saknað eitt tilhaldsstað, har tey kunnu samlast um kvøldarnar. Arbeitt hevði verið við at finna eina loysn á hesum í eina tíð, eitt tilboð hevur verið fyrireikað, og mikudagin vórðu dyrnar fyrstu ferð latnar upp fyri ungdóminum í nýggju ungdómshúsunum.
Sjóvan kommuna setti á heysti í fjør Arthur Djurhuus Poulsen í starv sum leiðara fyri ungdómstilboðið á heysti 2023. Hann hevur áður havt líknandi uppgávu á Tvøroyri, har hann er uppvaksin.
Afturat Arthuri setti kommunustýrið nýliga Rannvu Johansen og Eilin Poulsen í starv í ungdómshúsinum, og hesi trý fara at mynda ungdómstilboðið framyvir, skrivar sjovar.fo.
Ungdómstilboðið heldur til í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið, har frítíðarstovan eisini heldur til, og í kjallaranum í bygdahúsinum.
- Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu. Tilboðið verður opið mána- og mikukvøld, umframt til skiftis fríggja- og leygarkvøld í vikuskiftinum.Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.
Almenn móttøka verður á skránni í næstum, tá øll fáa møguleikan at síggja hølini. Fleiri myndir av umstøðunum í ungdómshúsinum síggjast á sjovar.fo. Meira kunning um ungdómshúsið sæst á undirsíðuni hjá ungdómshúsinum
Kelda: Sjóvar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald