Mentan

Nýtt ungdómstilboð á Velbastað

Tilboðið, sum er ætlað ungum millum 14 og 18 ár, fer at húsast í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í

Fyri jól í fjør samtykti Tórshavnar býráð at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyri jól í fjør samtykti Tórshavnar býráð at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-28 08:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri jól í fjør samtykti Tórshavnar býráð at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað. Stígur kom í ætlanina, tá koronafarsóttin tók seg upp fyrr í ár, men kommunan hevur arbeitt víðari við fyrireikingunum, soleiðis at tilboðið kann byrja.

Á Velbastað er frammanundan eitt tilboð fyri børn í skúlaaldri, sum er opið annað hvørt fríggjakvøld. Í samráð við tað tilboðið leggur kommunala ungdómstilboðið seg eftir at arbeiða við ungum í aldrinum 14 – 18 ár. Talið á ungum í hesum aldri í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali tilsamans er uml. 30.

Sambært Tórshavnar kommunu fer nýggja ungdómstilboðið at halda til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í. At byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld.

Innihaldsliga verður tilboðið nakað líknandi tí, mann finnur í øðrum ungdómstilboðum í kommununi, eitt nú borðspøl, kiosk, kreativitet, spurnarkappingar v.m. Tað verða eisini tey ungu, sum koma at mynda staðið við teirra íblástri og hugsanum.

Enn hevur ungdómstilboðið ikki fingið nakað navn, men ætlanin er at skipa fyri navnakapping millum tey ungu og bygdafólkið annars. Hesum verður kunnað um seinni, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder