Uttanlands

Nýtt uppskot í Týsklandi: Foreldur at ókoppsettum børnum skulu revsast við bót

Uppskotið eigur týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-05 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn, hevur skotið upp, at foreldur, sum ikki kunnu prógva, at øll børn teirra í skúlaaldri eru koppsett móti meslingum, skulu revsast við einari bót á upp til 2.500 evrur, sum svarar til uml. 18.700 í okkara krónum.

Jens Spahn sigur, sambært DR, at børn heldur ikki skulu sleppa at ganga á dagstovni, um tey ikki eru koppsett.

Orsøkin er, at atlit skal takast til børn, sum antin eru ov lítil til at blíva koppsett, ella sum ikki kunnu blíva koppsett av heilsuávum.

Fyrstu 10 vikurnar í ár vórðu 203 tilburðir av meslingum skrásettir í Týsklandi, og tað er dupult so nógv sum í fjør men tó færri enn í sama tíðarskeiði í 2017.

Í síðstu viku frættist eisini úr grannalandinum hjá Týsklandi, Sveis, at tvey vaksin vórðu deyð orsakað av meslingum í ár.

Tað er ikki bert Týskland, sum stríðist móti meslingum. Í fjør vórðu 83.000 fólk í Evropa rakt av sjúkuni.

Í Italia hava tey eina líkandi lóg. Er eitt barn ikki koppsett, sleppur tað hvørki at ganga á dagstovni ella í skúla.

Tá barnið er fylt seks ár, kunnu foreldrini eisini fáa bót, um barnið ikki er koppsett móti meslingum og 11 øðrum sjúkum.

Jens Spahn vónar, at uppskotið verður samtykt, áðrenn samveldistingið fer í summarfrí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder