Uttanlands

Nýtt uppskot um vápnahvíld

Ísrael er komið við einum nýggjum uppskoti um vápnahvíld, og Hamas sigur seg vera til reiðar at gera eina avtalu

Amerikanski forsetin, Joe Biden boðaði í gjár frá, at Ísrael var komið við einum nýggjum uppskoti um vápnahvíld, og hesum noyðist Hamas at taka ímóti, segði hann (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden boðaði í gjár frá, at Ísrael var komið við einum nýggjum uppskoti um vápnahvíld, og hesum noyðist Hamas at taka ímóti, segði hann (Mynd: EPA)

2024-06-01 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael er komið við einum nýggjum uppskoti, sum skal tryggja varandi frið í Gazageiranum umframt leyslating av gíslum.

– Ísrael er komið við einum umfatandi nýggjum uppskoti. Tað er ein ætlan fyri varandi vápnahvíld og leyslating av gíslum, boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá í gjárkvøldið.

Biden legði afturat, at Hamas noyðist at taka ímóti avtaluni.

Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu, verður arbeitt við at fáa allar gíslar heim. Samstundis verður undirstrikað, at kríggið í Gazageiranum ikki fær ein enda, fyrr enn allir gíslar eru komnir heim, og at "hernaðarligi og statsligi kapasiteturin hjá Hamas" er knústur.

Hósdagin boðaði Hamas frá, at mann var til reiðar at gera eina avtalu, sum m.a. snýr seg um leyslating av gíslum og fangum, um Ísrael steðgar krígnum í Gazageiranum, og hetta endurtók rørslan fríggjadagin og legði afturat, at tey eru jalig um nýggja uppskotið.

Fyrsti partur av uppskotinum er ein fyribils vápnahvíld, sum skal vara í seks vikur. Ísrael skal taka síni herfólk úr øllum bygdum økjum í Gaza, og fleiri ísraelskir gíslar skulu leyslatast, umframt palestinskir fangar.

Hesar seks vikurnar halda samráðingar um eina varandi vápnahvíld fram, og fyribils vápnahvíldin heldur fram, so leingi samráðingar eru í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder