Tórshavnar Kommuna boðar á heimasíðu sínari frá hvar fólk úr ymsu støðunum skulu velja til løtingsvalið leygardagi 31.august:
1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi
og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
2. Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum
á Velbastað
6. Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti
7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy
Høllin á Hálsi verður sum vant størsta valstað í kommununi og í landinum.
Í samband við fólkatingsvalið varð valstaðið á Argjum eitt evni. Orsøkin var, at tað er sera trupult hjá illa gongdum fólki, og hjá teimum sum sita í koyristólum, at koma til og vera í valhølinum í Róðrarneystinum á Argjum, sum hevur verið nýtt.
Býráðið tók hetta skjótt upp, og í juni var støða tikin til, at Skúlin á Argjahamri, ið hevur betri umstøður til allar borgarar enn Róðrarneystið, hesaferð skal nýtast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald